Áhugaverdur fundur um orku og ymiskt í hesum sambandi verður á Oyrarbakka mikudagin 16. juli kl. 19.00.
Fundurin verður í Skálanum í Norðskála-Oyrar skúla.
Á fundinum verður ljóskastarin settur á sera aktuella evnið orka. Tey, ið koma at hava innlegg á fundinum, hava øll áhuga í orku í breiðastu merking. Av tí at fyrilestrarhaldararnir hava ymisk sjónarhorn til orku og tey árin, sum tiltøkini fyri at útvega orku hava havt og framhaldandi fara at hava á náttúruna, fáa áhoyrararnir lýst hetta áhugaverda evni ógvuliga broytt.
Sjáldan hevur ein so breiður serkunnleiki innan hetta evni verður savnaður á einum staði, so góður møguleiki verður fyri, at onkrar ivaspurningar svaraðar.
Tey, ið koma at greiða frá, eru Anni á Hædd um nýggja umhvørvisverndar¬lógina, Hákun Djurhuus um vatnorkuútbyggingina hjá S.E.V., Anna Maria Fossá greiðir frá um umhvørviskanningar av Eiði 1, 2 og 3., eins og at Kári Thomsen fer at greiða frá arbeiðnum hjá F.N.U. í sambandi við vatnorkuútbyggingar.
Jóhan Í Niðristovu fer at greiða frá pumpukraftverkætlan og at enda kemur eitt umboð fyri Lokal Agenda 21 at greiða frá teirra arbeiði.
Høvi verður, sum áður nevnt, at seta spurningar, sigur fyrireikingarnevndin í tíðindaskrivi.










