Evnisvika
Evnisvikan er sett til at vera í viku 41, frá 6. Til 10. Oktober. Í tíðindaskrivi frá MBF verður sagt frá, at 34 skúlar hava sagt frá, at tey ynskja at vera við til at skipa fyri eini slíkari viku á teirra skúla.
Í sambandi við evnisvikuna hevur MBF gjørt eitt hugskotshefti við uppskoti til, hvussu tað kann arbeiðast við evninum og við upplýsingum um ymiskt tilfar um brekað.
Vikan endar við stórum felagstiltaki, fríggjadagin 10. Oktober millum kl. 10 og 13 uppi í Ítróttarhøllini á Hálsi, har børn úr øllum skúlunum samlast til undirhald av ymiskum slag. Tað tiltakið fer landsstýrismaðurin Páll á Reynatúgvu at seta. Síðani fara næmingar á pædagogskúlanum at framføra sjónleik, Johan í Kollafirði og hini í 2.p fara at syngja og spæla, orkestrið ?Ælagoin? fer at spæla, ÍOSB og pædagognæminga skipa fyri ítróttarspølum, M`as blues band fer at spæla og at enda ferð formaður í MBF at enda tiltakið.