Áhugaverd konsert í Fuglafirði

Í kvøld fara Monika Stauss Joensen og Fiona Bechmann at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju. Tær fara at framføra á violin og flygul. Eftir konsertina verður kaffi og prát

Konsert

 

Tær eru báðar kendar á tónleikapallum í Føroyum. Monika Stauss Joensen, sum hevur sínar røtur í Sveits og er gift Ingvardi Joensen í Leirvík og Fiona Bechmann, sum kemur úr Onglandi og er gift Torben Bechmann.

Tær høvdu fleiri konsertir saman, meðan Fiona búði í Føroyum, og tær framførdu bæði í Føroyum og London.

Sambandið teirra millum hevur verið varðveitt alla tíðina, og nú Fiona aftur er á tónleikavitjan, fara tær báðar at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld klokkan 20.

Eftir konsertina verður boðið til kaffi og hugnaligt prát, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Eins og Monika Stauss Joensen, hevur Fiona eisini sett síni fingramerki innan føroyskt tónleikalív. Hon er útbúgvin pianistur og selloleikari á Trinity College of Music í London.

Fiona arbeiddi sum lærari í Føroya Musikkskúla árini 1986-1989, og hon gjørdi fleiri útvarpssendingar um tónleik. Hon hevur eisini spælt í Føroyar Symfoniorkestri.

Fiona og maður hennara Torben, sum er hálvur føroyingur, búgva nú saman við børnunum sínum í Onglandi.

Á konsertini í Fuglafjarðar kirkju fara Monika Stauss Joensen og Fiona Bechmann at framføra verk eftir eitt nú Mozart, Mendelssohn, Grieg og Hubay.