Áhugaverd greining av fiskiflotanum

Framløgufundurin hjá Rasmussen & Weihe er ikki almennur, men á hesum fundi koma nógv ymiskt og áhugaverd sjónarmið fram, sum geva tær eina góða barlast í tínum arbeiði

Fiskifloti

 

Síðan 2003 hava Rasmussen & Weihe gjørt roknskapargreiningar av gongdini í okkara fiskiflota, og á hvørjum ári síðan hevur felagið havt framløgu av úrslitunum fyri viðskiftafólkum.

Hini árini hevur framløgan verið í hølunum hjá grannskoðarafelagnum, men í ár var hon í hugnaligu hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon í Havn.

Vanliga eru fleiri reiðarar, skipaeigarar, virkiseigarar og umboð fyri fíggingarstovnar við á hesum framløgufundi, men hetta er ikki ein almennur fundur.

Sosialurin hevur verið við til fleiri av undanfarnu framløgum, og ikki minst hevur tað verið áhugavert at hoyrt tær viðmerkingar, sum eru til gongdina í fiskiskipavinnuni.

Við tað, at hetta ikki er ein almenn framløga, er heldur ikki rætt at endurgeva ítøkiligar viðmerkingar, men tað skerst ikki burtur, at tú sum tíðindamaður fært nógv burtur úr – og fært eina neyva kunning um gongdina í vinnuni, sum er góð barlast í tínum arbeiði.

Í roknskapargreiningini siga Rasmussen & Weihe, at felagið hevur valt ikki at gera nakra endaliga niðurstøðu í greiningini, men tølini kunnu lýsast á ymiskan hátt.

Sosialurin fer at venda aftur til tøl úr greiningini í øðrum bløðum í vikuni.