Áhugaverd framsýning um upphav Føroya

Í gjár lat ein nýggj framsýning upp í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum. Á framsýningini ber til at síggja, hvussu Føroyar blivu til

Tað er sera áhugavert at ganga í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum og hyggja eftir teimum mongu ymisku framsýningunum, ið har eru. Til ber at fáa fitt av kunnleika bæði um djóralívið í Føroyum, plantulívið og um føroysku jarðfrøðina. Nú er framsýningin so vorðin eitt sindur ríkari, av tí at nú ber eisini til at síggja í orðum og myndum, hvussu Føroyar blivu til.

Upphav Føroya
Á framsýningini verður greitt frá um 60 milliónir ára gomlu søguni hjá Føroyum. Til ber at síggja, hvussu hesir 18 klettarnir mitt úti í Norður-Atlantshavinum vórðu til. Talan er um eina ógvusliga søgu um eldgos, ístíðir og niðurbróting av einum landi, sum upprunaliga var risastórt.
Lýst verður, hvussu Føroyar fóru frá at verða eitt risastórt øki landaøki við frumskógarvøkstri til at verða oyggjar við fjøllum, dølum og drangum.
Eisini er ein framsýning um føroysk steinsløg, har nøkur av teimum steinsløgum, ið finnast her á landi, verða víst. Nógvir av føroysku steinunum eru sjáldsama vakrir, og tú fært meiri at vita um tað, ið tú finnur úti í náttúruni.
Framsýningin, sum er í hølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð, er opin gerandisdagar frá 10 til 16, og í vikuskiftinum frá 15 til 17. Skúlaflokkar og børn undir fermingaraldur hava ókeypis atgongd, og til ber hjá skúlaflokkum og øðrum bólkum at fáa skipaða rundvísing eftir avtalu.