Àhugaverd ferð í Turkalandi

    

Lisbeth L. Petersen
Løgtings- og fólkatingslimur
????????????????

Vitjanin í Turkalandi frá 5 til 11 september, har eg sum føroyingur einsamøll umboðaði Danmark, var væl løgd til rættis, so fundirnir eins og ferðafólkaupplivingar, ið pláss eisini var fyri á skránni, gjørdu dagarnar sera spennandi.

Ferðin var fyri parlamentarikarar úr øllum NATO-limalondum, men onki annað norðurlendskt umboð luttók hesuferð.

Ferðin byrjaði í Ankara, har kunnað varð um turkiskan uttanríkispolitikk og um viðurskiftini millum Turkaland og Irak, Afghanistan og Russland. Teir sum kunnaðu vóru m.a. verjumálaráðharrin, uttanríkisráðharrin og innanríkisráðharrin. Eisini greiddi formaðurin í turkisku NATO-umboðsnevndini frá ymiskum viðurskiftum.

Luttakararnir úr hinum NATO-londunum høvdu eisini nógvar viðmerkingar og góð ráð, so keðiligt gjørdist tað ikki, tá m.a. kjak um uppskotið til broyttu revsilógina tók seg upp.

Turkaland og ES
Stóri og nógv umrøddi spurningurin á hesum fundi var møguligi limaskapur Turkalands í ES. Turkaland ger nógv fyri at bøta um sítt umdømi, sum ikki er av tí besta í Europu, og sigur seg vilja virka fyri størri frælsi og demokrati. Sum dømi nevndu teir, at í tí sambandi eru samtyktar uml.460 nýggjar lógir, so turkiska lóggávan kann samsvara við EU-lóggávu. Slíkt er ikki hent seinastu 40-50 árini, varð sagt.

Áhugavert var at hoyra viðmerkingarnar frá gestunum, tí ávaringarnar trutu ikki, og fleiri umboð komu úr londum, ið ikki eru so áhugaði í limaskapi Turkalands í ES. Spurningar sum mannarættindi, javnrættindi, Armenia og kurdar vóru havdir á lofti og týðiliga merktist, at tað vóru eymir spurningar fyri turkar.

?Embarrassing question? segði tingformaðurin, tá hann varð spurdur um kvinnuumboðanina í parlamentinum, ið telur 550 limir. Svarið var 5 %! Og ikki kundi eg lata vera við at hugsa, um hetta eisini fór at vera støðan í Føroyum aftaná næsta løgtingsval. ?But we are working on it? legði hann aftrat!

Vitjað varð eisini hjá forsetanum og forsætisráðharranum, meðan vit vóru í Ankara.

Istanbul og Anatolia
Í Istanbul høvdu vit seinri høvi at vitja ?Academy of War Studies?, ið liggur á stórum øki, á stødd við meðalstóra føroyska bygd, í eini park við nógvum bygningum. Allastaðni var væl greitt frá.. Upplýst var, at onnur lond senda fólk til útbúgvingar her.

Stundir vóru eisini til fund við TUSIAD, felagsskap við virkisleiðarum og vinnulívsmonnum. Formaðurin greiddi frá ?hugskotsbankanum?, ið sum skjótast vil hava ferð á privatiseringar!



Alt ov langt verður at greiða frá øllum, men nevnast má vitjanin á stóra menningarprojektinum GAP á oydna háslættanum í Anatolia, sum økið verður nevnt, har demningurin ? Ataturk Damm? gevur møguleikar fyri landbúnaði, og har dyrkað og planlagt verður, so liviligt kann gerast fyri nógvum fólki við landbúnaði og øðrum ídnaði. Stjórnin hevur goldið 32 milliardir US Dollars til ætlanina, og aktiviteturin var nógvur, tá vit koyrdu framvið á hesum uml. 2 mill. ha. stóra øki. Staðið er partur av søguliga Mesopotamia, ið liggur millum Eufrat og Tigris.

Her byrjaði alt
Nógv søgulig pláss eru í Turkalandi, og sum onkur teirra segði: ?Her byrjaði alt, bæði Abraham og Móses livdu her? so tú kendi ein álvara og hátíðardám hóast nógva hitan, alt meðan kjakið gekk um bardagan móti terrorismu og smugling av bæði fornlutum, narkotiskum evnum og menniskjum.

Bæði persónligu samrøðurnar við luttakararnar, fundirnir og vitjaninar runt í landinum vóru gevandi á ymiskan hátt, og sera áhugavert var at hoyra gestirnar tosa sína millum um , hvat tey hildu um Turkaland í dag, ið vil gera næstan alt fyri at verða góðtikið av Europu og EU, men sum hevur ótrúliga nógvar trupulleikar at dragast við, bæði tí tað liggur, har tað liggur, og tí landið er stórt við sera stórum muni á umstøðum og livikorum hjá fólki á bygd sammett við stóru býirnar.

Framtíðin og samstarv

- Turkaland er ?skansin? móti Asiu, vildi onkur vera við.

- Turkaland er fyrimyndin hjá tilafturskomnu londunum í Asiu, segði onkur annar.

- Europa hevur brúk fyri Turkalandi, segði onkur, so fáa vit frið millum Asiu og Europa.

- Revsilógin, ið aftur fer at gera ótrúskap ólógligan, tó nú við somu revsing fyri menn sum kvinnur, er trupulleikin, segði onkur annar.

- Annað umboðið úr Fraklandi (juristur) segði: Skulu vit hava revsing fyri ótrúskap í Fraklandi, so mugu vit byggja minst 1000 nýggj fongsul !!!

So ymisk og tó samd um samstarv . Ja, langt er eftir á mál.

Til seinast kann eg nevna, at tað at eg var føroyingur, hóast eg formelt umboðaði Danmark, sóu luttakararnir í skránni, so tá eg spurdi, hvat teir vistu um Føroyar, var svarið beinanveg: football, men radarstøðina á Sornfelli vistu teir onki um, so tað metti eg sum mína uppgávu at greiða teimum frá.