Áhugamál og trivnaður hjá tí einstaka framíhjárættindi

Sáttmálin fer saman við »lov om patienters retsstilling« at veita føroyingum stóran tryggleika, eisini tá ið hugsað verður um ivamál og spurningar, sum hava verið frammi seinasta árið viðvíkjandi arvagransking, sigur Anfinn Kallsberg ma. í viðmerkingunum til nýtt uppskot

Ólavur í Beiti


Anfinn Kallsberg, løgmaður, legði vegna landsstýrið uppskot fyri tingið í farnu viku, har heitt verður á ríkisstjórnina at seta í gildi fyri Føroyar millumlanda sáttmála frá 4. apríl 1997 um vernd av mannarættindum og menniskjans tign í lívfrøði og læknavísindi (sáttmáli um mannarættindi og lívlæknafrøði).

Í viðmerkingunum verður greitt frá, at Evroparáðið hevur í longri tíð viðgjørt trupulleikar hjá mannaættini ísambandi við framstig, ið gjørd eru innan læknavísindi og lívfrøði. Síðan 1978 hevur Ráðharranevndin í Evroparáðnum samtykt fleiri tilmæli viðvíkjandi ymiskum siðfrøðiligum og løgfrøðiligum spurningum, ið hava víst seg í kjalarvørrinum av menningini av lívlæknafrøðiligu vísindini. Við hesum í huga er avrátt at gera ein heildarsáttmála, ið fevnir um meginreglur um at verja menniskju í sambandi við lívlæknafrøðiliga vísind.

? Danskir myndugleikar hava sett seg í samband við myndugleikarnar her á landi við fyrispurningi, um sáttmálin skal setast í gildi í Føroyum, sigur løgmaður Anfinn Kallsberg í viðmerkingunum.


Stóran týdning

? Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum metir, at av tí at sáttmálin ásetir reglur um vernd av mannarættindum og menniskjaligari tign í sambandi við menning og nýtslu av lívfrøði og læknavísindi, fer hann at hava stóran týdning fyri eitt felags verndarstøði fyri borgarar í Føroyum og Evropa sum heild.

? Føroysk staðfesting av sáttmálanum hevur við sær, at føroyskir myndugleikar hava ábyrgd av at skipa føroyska lóggávu/siðvenju samsvarandi ásetingum í sáttmálanum, so at sáttmálin verður hildin. Um ivamál verða, skulu føroyskar rættarreglur tulkast á slíkan hátt, at tær samsvara við sáttmálan.

? Fyri at hesin millumlanda sáttmáli kann verða útinntur í Føroyum, er neyðugt at seta »lov om patienters retsstilling« í gildi í Føroyum. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fer at leggja hetta ríkislógartilmæli fyri Løgtingið í tingsetuni.

? Kortini er ikki neyðugt at hava føroyska lóggávu lidna, áðrenn sáttmálin

verður settur í gildi. Føroysk lóggáva skal bert verða tilevnað rímiliga tíð eftir, at sáttmálin er settur í gildi, sigur løgmaður m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.