Hugaligt og harmuligt

Eftirrákin frá stóra vikuskiftistiltakinum í Klaksvík livir framvegis. Enn eina ferð varð staðfest, hvussu imponerandi stórsligið tað ber til hjá føroyingum at fáa burturúr, tá ið lógvatøk verða tikin, og lokala samfelagið við øllum sínum netverkum lyftir í felag

Hetta sást vikuskiftið fyri Ólavsøku, tá ið gøtufólk stóðu saman um teirra festival, hetta sást, nú klaksvíkingar stóðu saman um teirra tiltak, og hetta fer ivaleyst at síggjast aftur, tá ið gospel festivalurin í Skálafirði verður um stokkuta tíð.

 

Tað er ikki altíð rætt, at saman at standa var ei okkum givið, sum tað á sinni varð yrkt. Aftur og aftur eru vit eygnavitni til, hvussu framúr nógv tað ber til at fáa burturúr. Sjómannadagurin í Klaksvík, sum verður á skránni um nakrar dagar, er enn eitt dømi um hetta. Og hetta vikuskiftið verður Ovastevna í Nólsoy saman við regatta.

 

Harmuligt var tað, at størsta ódnin í summar skuldi velja sær leygardagin, tá ið klaksvíkingar bjóðaðu Føroya fólki og øllum øðrum at seta krúnuna á væl eydnaða festivalin, at gera seg inn á Føroyar og føroyingar. Tað kundi ikki verið meiri óheppið. Serliga tá ið hugsað verður um, hvussu veðrið hevur roynst fyrr í summar og eisini síðani leygardagin.

 

Tá ið tað stóð nógv á, og illveðrið gjørdi seg inn á og hevði hug at gera av við pallar og básar, var tað hugaligt at síggja samanhaldið, tá ið tað er alneyðugt at lyfta í felag fyri at verja, byrgja upp fyri og bjarga. Eftir einari lítlari løtu var stórt lið av dugnaligum fólki savnað, og so gekk tað sum eftir ánni at taka niður, pakka saman og at fáa til høldar.

 

Hugaligt var tað eisini at kenna føroyska lyndið aftur. Í staðin fyri knarr og grenj um rættindi og krøv um endurgjald, so hoyrdist meiri til tey, sum harmaðust um, at veðrið skuldi hava verið so ólagaligt ímóti óføra tiltakinum.

 

Nú er aftur gerandisdagur, og tað er framvegis nógv hugaligt at fegnast um í føroyska sumrinum, sum vit kunnu rokna okkum at eiga ein mánað eftir av. At fylgja skiftandi veðrinum er fantastiskt. Leygardagin var lágættin so døpur og harðlig sum ongantíð hesa ársins tíðina. Og í gjárkvøldið var veðrið so fínt og litspælið so fagurt, sum tað sjáldan sæst.

 

Tað er hugaligt at búgva í hesum landinum, men tað var harmuligt, at veðrið skuldi arga so illa leygardagin, tá ið tað kortini var hugaligt at síggja, hvussu væl føroyingar duga at standa saman, tá ið tað stendur mest á!

 

Sosialurin