Hugaligt hjá Sámali og liðfeløgunum í Team Klaksvík

(SportBoxin) Sámal á Tjaldrafløtti kundi í SportBoxini á Rás2 fegnast um fýra sigrar á rað hjá Team Klaksvík

Tað gongur væl hjá Team Klaksvík, og tað gongur væl hjá Sámali á Tjaldrafløtti.

 

Team Klaksvík hevur vunnið fýra dystir á rað í FTZ-deildini, og Sámal á Tjaldrafløtti er úttikin til brutto-landsliðshópin.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Sámal á Tjaldrafløtti í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin.

 

Sámal á Tjaldrafløtti heldur, at tað er ótrúliga hugaligt at verða komin í gongd við fleiri sigrum á rað, og hann fegnast um hvussu væl klaksvíkingar taka undir við manshondbóltinum nú, og møta upp og stuðla liðnum.

 

Sámal á Tjaldrafløtti fegnast eisini um at verða úttikin til brotto-landsliðshópin, og staðfestir, at tað er tað hann og aðrir hondbóltsspælarar spæla fyri at kunna verða partur av einum landsliðshópi.