Hugaligt at venja lið við vinnaramentaliteti

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr løtuna, tá Alexander Jovevic (KÍ) og Sámal Erik Hentze (Víkingur) vóru kunngjørdir ársins venjarar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá Alexander Jovevic hjá KÍ-kvinnum, og Sámal Erik "Bagge" Hentze hjá Víkinga-monnum vóru kunngjørdir at verða ársins venjarar í føroyskum fótbólti 2016.

 

Í samrøðu við André Olsen staðfesti Alexander Jovevic, at tað er hugaligt at verða venjari hjá einum liði við vinnarum. Hann hevur tó ikki endaliga tikið avgerð um hann leingir sáttmálan við KÍ til komandi kappingarár.

 

Spurdur um uppskriftina til at vinna FM-heitið við trimum ymiskum feløgum, svaraði Bagge, at tað er ein loynidómur, sum vit onnur ikki fáa at vita fyrrenn hann gevst, sum venjari.

 

Bagge heldur, at tað er altíð gott at fáa ein heiður omaná tað stóra takið tað hevur verið hjá Víkingi at vinna FM-heitið.