Hugalig grein um nøgdar fiskimenn

Óli Jacobsen

Tað var sera hugaligt at lesa samrøðuna í Sosialinum fríggjadagin við ein fiskimann, sum siglir við Betatrolarunum. Meðan stórur partur av tíðindatænastuni snýr seg um fólk, sum eru ónøgd um eitt og annað, lýsti henda greinin ein fiskimann sum er nøgdur.
Hann hevur alt gott at bera reiðaranum. Ikki bert tí undanfarna, men eisini tí nýggja, sum hevur tikið við, nú skipini vóru seld.
Fiskimaðurin var nøgdur við inntøkurnar og við arbeiðsumstøðurnar, nú teir hava fingið kryvjimaskinu.
Fyri meg sjálvan var tað ikki minst áhugavert, at júst manningin á hesum skipum er so avbera nøgd við øll síni viðurskifti….
Sjálvur vil eg bert skoyta uppí, at so góðar umstøður koma ikki av sær sjálvum. Júst í teimum viðurskiftum, sum hesin fiskimaður nevnir, hevur fiskimannafelagið átt sín leiklut.
Inntøkan hjá fiskimonnum er grundað á fleiri høvuðstættir, og tveir av teimum er sáttmáli og fiskaprísir. Í einum komandi Sosiali kemur grein, har sammett verður við hesi viðurskifti í Íslandi. Her verður víst á, at bæði við sáttmála og áseting av fiskaprísum er føroyskir fiskimenn munandi betri fyri enn teir íslendsku.
Við í metingini av inntøkum hjá føroyskum fiskimonnum er eisini teirra skattaskipan, sum FF hevur skaffað teimum, og sum hevur givið meira enn eina hálva milliard seinastu 9 árini. Framvegis gevur hon 60 mill. árliga, hóast allan ágang móti skipanini, sum FF hevur kunnað staðið ímóti.
Afturat hesum kemur, at FF hevur barst fyri at varðveita fiskimøguleikarnar hjá júst teimum fiskimonnum, sum veiða undir Føroyum.
At arbeiðsumstøðurnar eru góðar er eisini úrslit av stríðnum hjá FF at fáa kryvjimaskinur umborð.
Tískil er tað stuttligt, og hugvekjandi, hjá mær sjálvum at fáa hesa váttan frá fiskimonnum sjálvum um, hvussu væl nøgdir teir eru við sínar umstøður, sum FF hevur verið við til at útvega teimum………