HUFF gevur góð ráð

Hundaeigarafelag Føroya heitir á kommunur um at lata øki innhegna til hundafamiljur at brúka, eftirsum tað ikki er loyvt at lata hundin leysan á almennum øki HUFF skipar fyri skeiðum fyri at útbúgva venjarar, sum so skipa fyri lýdniskeiðum fyri hundaeigarum.

Sjey fólk hava lokið skeið og eru ?Barn og hund konsulentar?. Hesir fara á skúlar við sínum vælvandu hundum og læra børn, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið tey heilsa uppá ein hund, ella um tey ikki vilja heilsa uppá hundin. Hendan undirvísingin er ætlað 3. og 4. flokkum, men bæði yngri og eldri børn hava havt gleði av tiltakinum. Allir skúlar kunnu heita á HUFF um at fáa ein konsulent at vitja og er hetta ókeypis fyri skúlan.

Størsta tiltakið, sum HUFF skipar fyri árliga, er Tjóðarframsýningin sum í ár er í august. Her verða rasuhundar mettir av altjóða dómara. og nógv fólk kemur saman.

Hetta er einasta tiltakið, sum bert er fyri rasuhundar. Annars eru øll tiltøk HUFF skipar fyri fyri allar hundaeigarar við hundum av øllum skapum.

Felagið fegnast um, at Klaksvíkar kommuna spurdi seg til ráðs hjá teimum, tá ið kommunan fór undir at innhegna tvey øki í og uttan fyri býin til hundafamiljur at hugna sær á.

Eisini halda tey tað vera gott, at komandi hundaeigarir biðja um ráð til at finna røttu

hundarasuna, og um hvar tey fáa ein vælaldan hvølp.