Húðrøktin í Heilsu

Mánadagin kl. 11 letur Heilsa upp nýggja viðgerðarstovu, har fólk kunnu fáa andlitsviðgerð av ymsum slag og kropsviðgerð við aromatiskum, bleytgerandi oljum

Tað er Jana Mortensen, kosmetologur, sum er sett í starv í Heilsu, at veita ymsar tænastur, tá talan er um smyrsl, húsrøkt, og kropsviðgerð.

Húðrøktin nýtir væl umtóktu Clarins vørurnar, sum eru gjørdar úr náttúruúrdráttum.

Húðrøktin er opin hvønn dagfrá kl. 11 - 16, men um neyðugt er, kunnu fólk eiini fáa viðgerð aðrar tíðir, eitt nú um fólk skulu í veitslu, og vilja hava andlitssmyrsl o.s.fr..

Áhugaði kunnu venda sær til Húðrøktina, har møguleiki er at bíleggja sær tíð til viðgerð, á telf.14888.