Bara tí eg vildi finna uppá okkurt, sum eg aldrin komi til at uppliva aftur, fór eg til Hua Hin sunnaliga í Teilandi at spæla elefantpolo á 4th King´s Cup Elephant Polo Competition fyrst í september. Og sjálvandi eisini tí stjórin hjá mær segði, at eg skuldi. Hetta er eitt spæl, sum mest av øllum líkist einum parti úr dinosaurfilminum Jurassic Park við 4-5 tons tungum plantuátarum spolandi við 25 kilometra ferð, og nøkrum uppaftur svakari, geylandi førarum í stuttligum stilvum og hjálmum.
Við Mike Atkins frá Chiang Mai Citylife, blaðið sum eg arbeiði á, og Phnom Penh búgvanum og ævintýraranum Antonio Graceffo, New Yorkaranum og matjournalistinum Chandler Berr, og síðst, men ikki minst, vælgeraranum William E. Heinecke, ríkasti útlendingur í Teilandi og liðskipari á okkara liði Kuoni Team. Hetta kundi ikki ganga galið. Ikki heilt.
Eg kom til Teiland fyri einum góðum mánaði síðani, tí eg skuldi í praktikk sum journalistur. Eg var so heppin ikki at fáa nakað praktikkpláss í Danmark ella Føroyum, og hóast eg kendi meg sum ein tapara beint aftaná at mestsum øll onnur høvdu fingið eitt pláss, so gekk tað rímuliga skjótt upp fyri mær, at hetta var ikki eitt tap, men ein møguleiki. So eg søkti allastaðni á knøttinum, líka frá Meksiko yvir Tibet til Tansania og Moskva. Eitt av heldur jaligu svarunum, eg fekk, var frá Pattaya Daily sunnast í Teilandi, og tá eg fór á teirra heimasíðu at vita hvat eg hevði søkt, var høvuðssøgan um eina "Wet T-shirt" kapping, altso gentur í sera tunnum blusum, sum skvampa vatn á hvønn annan. Hetta var altso eitt pornoblað, so eg leitaði víðari. Inntil eg fann hetta deiliga blaðið, The Chiang Mai Citylife.
Ríkmannaítróttur
Elefantpolo varð uppfunnið av tveimum hálvfullum skotskum stórbóndum í Sveits í 1982. Teir eru umleið 70 ára gamlir í dag, men teir spæla á tí eina liðnum, St. Andrews, enn tann dag í dag. Vit skulu spæla ímóti teimum í okkara fyrsta dysti. Ein av uppfinnarunum, James Manclarke, er bláur allastaðni á kroppinum og andlitinum, tí ein elefantur bleiv svakur fyrradagin og tveitti hann einar fimm metrar upp í luftina. Sìðani tók elefanturin til at renna aftaná honum og sparka og trampa hann niður. Hetta hendir minni enn eina viku aftaná, at eitt ross leyp á hann og breyt nøkur av hansara rivjabeinum. Ein hetja, hesin gamli knarvurin.
Har eru tvær stórar elefantpolokappingar í heiminum. Tann eina er í Nepal, og verður roknað sum heimsmeistarakappingin, meðan hendan í Hua Hin mest er fyri stuttleikar. Fólk flúgva inn frá Týsklandi, Skotlandi, ja sjálvt India fyri at vera við, og allir spælarar búgva á fimmstjørnaða hotellinum Anantara (sum liðskiparin hjá mær William eigur), og liva í sús og dús í eina góða viku.
Har eru trý ting, tú skalt hava fyri at spæla elefantpolo. Tað fyrsta er ein láturliga stór nøgd av peningi, tað næsta er nóg nógv tamarhald á tær sjálvum til ikki at fnisa, tá ein maður í strømmum hvítum buksum, stilvum upp undir knæ og einum undarligum hatti stendur og spyr teg, um tú spælir við í fyrsta "chukkah". Tað triðja er førleikan til at raka ein krokettbólt við einari køllu, sum er yvir tríggjar metrar lang frá einum 4 tons tungum og rasandi skjótum plantuátara meðan fimm aðrir elefantar (altso eini 20 tons tilsamans) koma spolandi eftir tær.
Nú veit eg, at eg havi eina láturlig nøgd av pengum, tí hvørja ferð eg fari í bankan at kanna mína saldo, sigur bankadaman "hatta er láturligt". Og eftirsum eg visti, at eg skuldi í somu klæðir sum øll onnur, var næsta stigið heldur einki problem. Men tað triðja, at raka bóltin, vísti seg at vera serstakliga trupult longu mánadagin, tá vit høvdu eina lítla venjingarløtu. Tað eydnaðist mær bara at raka ein klump av elefantlorti, sum yvirhøvur ikki var nær við bóltin. Køllan var ikki til at steðga og eg rakti neyðars elefantin mitt á snápulin, og nokkso fitt af elefantmykju varð hangandi á stakkaladýrinum.
Meðan eg sat og bleiv flovur sá eg hóast alt, at Mike og Antonio høvdu umleið sama tamarhald á bóltinum sum eg, og tað var tá, eg fann útav tí. Vit høvdu ein trupulleika.
Gud vælsigni Chivas
Okkara hugur var tó ikki heilt út av lagi. Sjálvt um tankin um at raka bóltin ella enntá at skora eitt mál var púrasta horvin, var eitt stað, har vit journalistar kundu vera við. Chivas Regal hevði sett eitt telt upp, har nakrar deiliga fittar gentur frá Bangkok bert høvdu eina uppgávu: at servera øll hugsandi sløg av brennivíni gratis. Hetta skuldi gerast okkara heim næstu vikuna, og vit lærdu at elska hetta teltið sum var tað okkara egna heim.
Eftir eitt sindur av venjingarprát í teltinum aftaná venjingina, varð tað eg, sum mátti offra meg fyri liðið. Eg var við í vælsigningini av elefantunum, og síðani tók eg Kuoni flaggið, setti meg á ein elefant av navni Dodo, og fór á eina paradu, har allir elefantarnir skuldi við. Beint framman fyri meg sat ein sokallaður "ladyboy", sum er ein drongur, sum í veruleikanum skuldi havt verið ein genta. Hetta er heilt vanligt í Teilandi. Hann/hon hevði ein heldur undarligan klædnastíl, serliga var tað mangulin av undirbuksum ella trussum (hvat ein ladyboy nú letur seg í), sum eg beit merki í. Nakrar minuttir seinni legði eg til merkis, at handan dreingjadiddan faktiskt hevði rakað sær reyvina, og hevði loyst sær buksurnar fyri at forstýra konsentratiónina hjá mær. Hetta var fyrsta stóra forðingin, eg upplivdi hesa vikuna.
Til dystin fús
Sparkandi og grátandi blivu vit nakrar tímar seinni dragsaðir úr Chivas Regal teltinum fyri at spæla fyrsta dystin. Tá vit komu til tornið, har man setir seg á elefantarnar, blivu vit heilsaðir av William, eigaranum av 14 hotellum, Pizza Company og 1000 øðrum vælvirkandi fyritøkum. Og hóast hann heldur ikki dugir at raka bóltin, er tað altíð ein møguleiki fyri, at hann missir ein diamant ella tveir.
Elefantarnir hava ein førara, ein mahoud, sum situr á hálsinum á elefantinum, meðan vit sita bundnir aftanfyri. Vit hava lagt eina ætlan. Mike er í álopinum og fortelur ólekrar søgur so mótstøðumaðurin fær vaml og spýr. William liggur stílfult í verjuni og tveitir 100-dollarseðlar á vøllin, so hinir leypa av elefantunum, meðan eg, eg siti og stýri mínum monsturstóra djóri uppá sera klókar mátar á miðvøllinum, meðan eg sendi góðar vibrasjónir móti teirra máli. Tað heila sær gott út, inntil mótstøðumenninir, St. Andrews House úr Skotlandi, koma á vøllin.
Ein av teirra stóru fyrimunum er, at teir faktiskt duga at raka bóltin, og at teir hava spælt hetta spælið í yvir 20 ár, men sum ein og hvør veit, eru dugnaligheit og venjing bert smáting í ítrótti. Tað er svik og slatur, sum kann føra okkum til sigurs. Mike situr í álopinum og fornermar dómaran, so hann ikki leggur til merkis hvussu illa vit snýta. Av og á roynir hann at líkjast einari hetju, tá Chivasgenturnar hyggja, meðan eg og William berjast okkara størsta bardaga nakrantíð. Líka leggja St. Andrews í, teir skora í fyrsta minutti, øðrum minutti og triðja minutti. Hetta er ótolandi. Mike er í álopinum, og hann hevur ikki nortið bóltin eina tí einastu ferð, tá dómarin floytar fyri hálvleiki.
Í seinna hálvleiki senda vit okkara loyniliga vápn inn á vøllin. Filmstjørnan og professionelli boksarin Antonio Graceffo fer í álopið, meðan eg og William skifta um pláss. Vit blivu avhølvaðir 5-2, men tað bilti einki, tí tað eydnaðist mær at skora eitt mál. Dagin eftir var eg at finna í Bangkokblaðnum The Nation sum "the world´s first ever Faroese elephant polo player put up a good fight, but..." Vit vóru allir á einum máli um, at førararnir (ella elefantarnir) høvdu tikið stoffir, elefantarnir vóru klárt og týðuliga skaddir, og dómarin hevði fingið pengar fyri at lata okkum tapa.
Sorl
Næsta liðið er Sandalford Winery, og vit fáa somu elefantarnar og tapa 7-0. Forbrendu australiarar. Síðani spæla vit móti teilendsku American Express úr Bangkok. Forbrendu teilendingar. Teir vinna við alt for nógvum málum til at nevna, men hesaferð byrjar tað at líkjast. Mike megnar fyri tað mesta at halda tonkunum burtur frá barrgentunum, eg smildri til bóltin sum eitt trøll av og á, og nýliga innskifti Chandler (sum kom fyri William, tí hann mátti fara til Bangkok í sínum egna jettflogfari) elskar litin á blusunum, vit spæla í.
Seinasti dysturin hendan dagin fangar eina stóra fólkamongd, antin tí fólk hava hoyrt um Chivasteltið, ella tí at tey vilja síggja dreingjadiddurnar úr liðnum The Screwless Tuskers spæla ímóti New Zealand All Blacks. Teir tríggir hava í mong ár verið við á Ný Sælendska landsliðnum í rugby, og hava mangan staðið nøs til nøs við nøkrum av svakastu monnum á gongustjørnuni. Hesaferð er uppgávan ein heilt heilt onnur. Og meðan teir dansa og syngja ný sælendska "haka" frá upprunafólkinum Maori, standa dreingadiddurnar, diddarak sum skallutar likkur, og stara teir beint í eyguni uppá ein sera hóttandi máta. Ræðandi, tá man hugsar um, at teir/tær brúka í minsta lagi 4 tímar um dagin uppá at seta sær hárið.
Um All Blacks ikki vinna hendan dystin, fara teir aldrin til Ný Sæland aftur, siga teir. Teir megna at vinna, men bert við 3-2.
Finalan
So er hann her. Seinasti dagurin, har vit skulu spæla um at blíva næstsíðstir ella allarsíðstir. Vit satsa alt, vit hava. Eg havi greitt mær hárið í besta Elvis Presley-stíli, og Antonio mediterar meðan Chandler hevur fingið sær sítt "hepna" lummaturriklæði í lumman. Sjálvt William er komin aftur fyri at spæla dystin, og spenningurin í luftini er ikki til at taka feil av. Vit eru eitt. Har er einki annað enn Kuoni nú. Hetta er tíðin fyri hetjur. Eg blinki í slow motion við vinstra eyga til barrgentuna Noom, ropi ein lítlan rop, og so fari eg at møta framtíð míni sum elefantpololeikari.
Forbrendu British Army knúsa okkum sundur. Fyrsta málið verður torpederað inn aftaná 17 sekund, og tað er nýtt met. Vit blivu aftastir. Vit vóru verri enn diddurnar frá Bangkok. Lort. Eg pilli av áðrenn síðsti dysturin millum Sandalford og Mobile Easy verður spældur. Eg leggi einki í tað longur. Eg, ein ærumeiddur maður, seti meg á eitt tok og fari ein túr í býin í Bangkok í staðin fyri at verða eyðmýktur á galladøgurðanum á Anantara Hotel seinni sama kvøldið.
Nú eri eg so aftur í Chiang Mai og arbeiði á blaðnum. Monsunregnið plágar okkum so gott sum hvønn dag. Eg eri tann einasti, sum ikki haldi tað vera so galið, tí tað kølir luftina niður frá 30 til einar 25 gradir. Einaferð í næsta mánað skal eg gera okkurt, sum helst verður líka pínligt sum elefantpolo, men blaðstjórin Pim hevur enn ikki gjørt av, hvat tað verður. Eg veit í hvussu so er, at eg skal út í frumskógina at fiska á einari á fyrst í næstu viku, og síðani skal eg á junglu-matgerðarskeið at kóka rís og egg í bambus-rørum.