Hu Jia latin leysur

Kinesiski mannarættindastríðsmaðurin og samfelagsrevsarin Hu Jia varð í morgun latin leysur eftir at hava sitið hálvt fjórða ár í fongsli fyri at hava eggjað til undirgravandi virksemi ímóti landsins stýri.

-Hann er við hús saman við foreldrunum og mær, sigur kona hansara, Zeng Jingyan, í telefonini við tíðindastovuna Reuters. Hon vildi ikki lata tíðindastovuna fáa orð á Hu Jia, tí hon var bangin fyri, at tað kann fáa avleiðingar fyri hann.

Mannarættindastríðsfólk stúra fyri, at myndugleikarnir fara at avmarka rættindini hjá Hu Jia, nú hann er sloppin úr fongslinum. Summi vænta, at hann verður settur í húsavarðhald.