Hondbóltssamband Føroya er í kvøld kosin at vera ársins felagsskapur í føroyska ítróttaheiminum. Tað er hann á tiltakinum Ítróttafagnaður, sum er í Fuglafirði í kvøld.
Tey tilnevndu vóru umframt Hondbóltssamband Føroya eisini KÍ og Kurvabóltur í Føroyum.
Í tilnevningini av Hondbóltssambandi Føroya varð nevnd, at:
"Hondbóltssambandi Føroya hevur fleirfaldað virksemið seinnu árini. HSF torir at droyma stórt og seta sær framsøkin mál. HSF hevur av álvara sett ferð á altjóða virksemið í HM og EM við luttøku í nógvum ymiskum aldursbólkum. Miðvís leikaramenning hevur verið á breddanum í fleiri ár, og góðu úrslitini eru vorðin sjónlig bæði í altjóða høpi og í tí sannroynd, at nógvir leikarar hava fingið sáttmálar við útlendsk feløg."











