HSF revsar Heina

Heini Hanusarson úr VÍF er revsaður fyri viðmerkingar á Rás2

Heini Hanusarson úr VÍF er revsaður við bót á 5.000 krónur, fyri niðurgerandi viðmerkingar um dómararnar eftir seinasta dystin í bólkaspælinum millum KÍF og VÍF í steypakappingini.

 

Les eisini:(Ljóðsamrøða) Dømingin hjálpti KÍF

 

- Eg eri troyttur av, at ein skal halda hond yvir dómararnar, sigur ein bersøgin Heini. - Teir brúka bara ein tíma um vikuna. Vit brúka 20 tímar um vikuna, segði Heini Hanusarsson millum annað við Rás2 eftir dystin.

 

Heini Hanusarson bleiv kærdur av dómarafelagnum. Nú hevur hondbóltssambandið tikið avgerð í málinum, og talan verður um eina peningaliga revsing á 5.000 krónur.