Hondbóltssambandið hevur lagt grein á heimasíðuna, sum vísur á, at tað eru met stór luttøka til hondbóltskappingarárið hesaferð.
Út frá feskastu hagtølunum hjá HSF kann staðfestast, at met nógv spæla hondbólt í Føroyum í vetur. Eitt av aðalmálunum hjá Hondbóltssambandinum er, at so nógv sum gjørligt skulu spæla hondbólt í Føroyum og at hondbóltur skal vera kring alt landið.
Føroyar er tað landið í heiminum, har flest fólk spæla hondbólt í mun til íbúgvaratalið. Tað skrivar Hóri Reginsson, ið er starvsnæmingur hjá Hondbóltssambandinum á heimasíðuni hjá HSF.
Tilsamans eru 196 lið meldaði til landskappingina, meðan talið seinasta kappingarár var 176. Sostatt ein vøkstur á 20 lið. Tað er serliga á kvinnusíðuni at framgongdin er stór og eru nú fleiri kvinnulið enn manslið sum kappast, 99 kvinnulið og 97 manslið. Hjá gentum 10 er stór framgongd, har eru seks lið fleiri í ár, tilsamans 27 lið í mun til 21 lið í fjør.
Tað eru serliga trý feløg, sum hava stóra framgongd í ár. VÍF hevur sjey lið fleiri, ið kappast, og Neistin hevur meldað 5 lið fleiri í mun til undanfarna kappingarár. Av teimum smærru feløgunum í framgond kann nevnast ÍA, sum hevur fýra lið fleiri.
Somuleiðis er tað sera gleðiligt, at lív er komið í breiddarhondbóltin hjá teimum vaksnu aftur. Seinasta kappingarár vóru eingi 2. deildarlið, men í vetur luttaka seks lið í 2. deild hjá monnum og fýra lið í 2. deild hjá kvinnum.











