HSF: Linkaðar treytir fyri lesandi spælarar

Nú ungdómskappingingarnar og lægri deildirnar í Danmark hava ligið stillar í longri tíð, vegna korona, eru fleiri spælarar, sum eru lesandi í Danmark, komnir heim og hava skift aftur til føroysk feløg, skrivar Hondbóltssambandið, sum nú hevur broytt treytirnar fyri spælarar, sum lesa í Danmark.

- Óvist er nær og um donsku kappingarnar fara í gongd aftur og hevur Hondbóltssambandið fingið nógvar fyrispurningar um treytir viðvíkjandi skifti millum føroysk og donsk feløg. Vanliga skal ein amatør/lesandi spælari bíða 30 dagar frá seinasta dysti til spælarin kann umboða nýtt felag. Danska Hondbóltssambandið hevur nú boðað frá, at føroyskir spælarar einans skulu bíða 14 dagar, um teir skifta aftur frá føroyskum til donsk feløg, skrivar Hondbóltssambandið.