HSF krevur umbering frá VÍF

Hondbóltur: Tað kann nú fáa avleiðingar fyri VÍF, at dómararnir frá dystinum millum mansliðini hjá vestmenningum og Neistanum kendu seg hóttar aftaná dystin. HSF vil nú hava skrivliga umbering frá VÍF

Tað gongur mangan heitt fyri seg undir hondbóltsdystum, serliga á vøllinum, men onkuntíð eisini uttanfyri vøllin.

Eitt dømi um hetta var sunnudagin 28. februar, tá bestu mansliðini hjá VÍF og Neistanum spældu landskappingardyst í høllini í Vestmanna. Nógv stóð upp á spæl, og dramatikkurin var í hæddini móti endanum av fyrra hálvleiki, tá Áki Olsen hjá VÍF fekk reyða kortið.

Neistin vann dystin 28-23, og aftaná kendu teir báðir dómararnir Birgir Sondum og Gunnar Gregoriussen seg ikki sørt hóttar av heimaáskoðarunum. Frágreiðing varð latin Hondbóltssambandinum, og nú hevur HSF so spælt út.

Hans Holm, kappingarleiðari hjá HSF, sigur, at Hondbóltssambandið nú hevur sent Vestmanna Ítróttarfelag bræv. Hann vil ikki beinleiðis siga, hvat stendur í brævinum, tí hetta er eitt innanhýsis mál millum Hondbóltssambandið og VÍF, men HSF biður í øllum førum VÍF um eina umbering fyri tað, sum hendi í Vestmanna sunnudagin 28. februar. Um hetta ikki verður eftirlíkað, kann tað enda við, at VÍF noyðist at spæla restina av sínum dystum fyri afturlatnum hurðum, ella kann tað enntá enda við, at VÍF missir rættin til at spæla sínar írestandi heimadystir í Vestmanna.

? Vit meta, at hetta er rímiligt í mun til tað, sum fór fram, sigur Hans Holm.

? Slíkar hendingar kunnu enda við slíkum revsingum, og vit vísa eisini á yvirfyri VÍF, at vit hava heimild til at at revsa VÍF á slíkan hátt. Í øðrum londum er tað als ikki óvanligt at sýta áskoðarunum atgongd til dystin ella at áleggja felagnum at spæla sínar heimadystir so og so langt burtur frá upprunaliga heimavøllinum, sigur Hans Holm við ítróttarsosialin.

Hann sigur, at orsøkin til, at Hondbóltssambandið vil hava eina umbering frá VÍF, er, at VÍF í hesum føri ikki hevur gjørt sína skyldu.

? Reglurnar siga greitt, at heimaliðið hevur ábyrgd av, at slíkt ikki hendir. Dómararnir fingu ikki frið, hvørki undir dystinum ella eftir dystin, og tí hevur VÍF feilin.

Hans Holm sigur, at teir í brævinum ikki skriva, at »um VÍF ikki kemur við eini umbering, so hendir tað og tað«, tí HSF tekur tað fyri givið, at ein umbering kemur, tí VÍF hevur ábyrgdina av, at dómararnir eru tryggir.

? Ein skuldi ikki trúð, tað var neyðugt at syrgja fyri, at dómararnir eru tryggir. Persónliga haldi eg eisini, at tað skuldi verið óneyðugt hjá okkum í Hondbóltssambandinum at brúkt tíð til sovorðið, tí vit hava onnur, meira mennandi ting at takast við.

Hans Holm veit ikki, hvat hendir, um nú VÍF ikki gevur Hondbóltssambandinum nakra umbering.

? Vit ganga út frá, at teir koma við eini umbering. Um ikki, fáa vit at síggja, hvat hendir, sigur Hans Holm, kappingarleiðari hjá HSF.