Undan seinasta umfarinum í landskappingini hjá monnum leygardagin, kunnu vit bara siga við vissu, at gullmerkini enda í Vestmanna. Hvar silvur- og bronsukrónurnar enda, er enn ógreitt. Vinna strandingar, og Kyndil samstundis vinnur grannauppgerðina ímóti Neistanum, so yvirhála Kyndil vestmenningar í stigatalvuni, og fáa silvurmerkini. Fer VÍF harafturímóti við sigrinum á STÍF, so vera bæði gull- og silvurheiðursmerkini í Vestmanna, meðan Kyndil fær bronsuna.
- Vit vita ikki reiðiliga, hvussu vit gera leygardagin hjá monnunum, tí har eru fleiri møguleikar. Ein møguleiki er at spæla dystin í Havn áðrenn tann í Vestmanna, men vit hava einki avgjørt enn, sigur Jógvan Martin Mørk fyri kappingarnevndina hjá HSF.
Hjá kvinnunum er alt longu avgreitt. VB fær gullkrónurnar í Runavík, meðan VÍF og STÍF fáa ávikavist silvur- og bronsuheiðursmerkini handaðið í Vestmanna.










