HSF fegnast um bøttar steypafinaluumstøður

(Rás2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði Gunn Ellefsen, forkvinnu í HSF í sendingini Sjóðteim á Rás2

Fyrstu steypafinalurnar í hondbólti í nógv betraðum og størri umstøðum í stórhøllini á Hálsi eru farnar afturum.

 

Forkvinnan í Hondbóltsambandi Føroya, Gunn Ellefsen fegnast um nógv bøttu umstøðurnar, sum gav møguleika fyri betri stemningi, fleiri áskoðarum, og eisini smærri tiltøkum uttanfyri vøllin.

 

Men tá talan er um A-landsdystir hjá monnum í hondbólti stendur høllin ikki altjóða mát. Tað krevur eina høll, ið er størri og hægri og hevur onnur ljósviðurskifti. HSF hevur fingið undantak í nøkur ár aftrat, men tá tað er gingið út sleppur føroyska A-landsliðið hjá monnum ikki at spæla heimadystirnar í Føroyum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Gunn Ellefsen, forkvinnu í HSF í sendingini "Sjóðteim" á Rás2 fyrrapartin.