Í samband við at Dagur Sigurðsson í morgin kemur at vitja HSF og føroyskan hondbólt verður fyrilestur í hølunum hjá Bank Nordik á Oknarvegi í Havn í annaðkvøld, mánakvøldið, klokkan 19.
Dagur Sigurðsson er kendur íslendskur hondbóltsvenjari og fyrrverandi landsliðsleikari.
Dagur Sigurðsson er í dag ein av heimsins fremstu hondbóltsvenjarum, og er hann í løtuni venjari hjá týska manslandsliðnum. Tað var undir hansara leiðslu, at Týskland fyrr í ár vann Evropameistaraheitið og í summar á Olympisku leikunum í Rio vunnu bronsu.
Fyrilesturin fer at snúgva seg um yrkisleið Sigurðssons, sum leikari og venjari, hví íslendskur hondbóltur er so frammaliga og eisini um venjaraleiklutin, leiðslu, motivatión og leikarahandfaring.









