Fuglafjarðar Svimjifelag stóð seg best og vann 30 gull, 5 silvur og 5 bronsu. Havnar Svimjifelag vann 24 gull, 27 silvur og 15 bronsu, meðan Ægir vann 16 gull, 4 silvur og 1 bronsu. Umframt trý tey fremstu feløgini luttóku eisini Tvøroyrar Svimjifelag, Flot, Vágs Svimjifelag, Skeggjar og Reki.
Fýra føroysk met
Elspa Mørkøre gjørdi enn einaferð vart við seg, tí umframt at seta trý bólkamet í bólki 4, setti Elspa eisini tvey føroysk met í ávíkavist 100 metrar og 200 metrar frísvimjing.
Natalia Reinhardt úr Ægir setti føroyskt met í 200 metrar firvaldarsvmjing, og harumframt setti Fuglfjarðar Svimjifelag føroyskt met í 4 ferðir 50 metrar blandað.
Føroysku landsliðskvinnurnar settu eisini nýtt landsliðsmet, tá ið tær luttóku í 4 ferðir 50 metrar frísvimjing.
Fimm silvurnálir og fýra bronsunálir vóru býttar út í sambandi við kappingina.









