41 ára gamla Gunnvá Hansen gjørdi sum hon skuldi, tá hon fyri góðum tveimum árum síðan møtti upp til screening í lívmóðurini. Tað hevur hon gjørt triðja hvørt ár tey seinastu árini. Kanningin vísti, at kyknubroytingar vóru í lívmóðurini. Ein klípiroynd varð gjørd av lívmóðurhálsinum, sum staðfesti at Gunnvá Hansen hevði fingið krabbamein.
- Eg hevði eingi sjúkueyðkenni. Eg kendi meg kanska eitt sindur troytta, men tað er ikki so løgið - tað kann vera av øllum møguligum, greiðir hon frá.
Orsøkin til møðina var krabbi í lívmóðurhálsinum, og fyri tveimum árum síðan var hon á hospitalinum og fekk tikið burtur sína lívmóður. Tað einasta, ið er eftir, eru eggjastokkarnir.
- Maðurin og eg høvdu tosað um ikki at fáa okkum fleiri børn, nú vit høvdu fingið trý meðan eg var ung. Men tað var ein ótrúliga óunnilig kensla, at kenna at tann møguleikin verður tikin frá tær bara soleiðis, sigur hon.
Ókeypis koppseting ein eingangsíløga
Tey flestu í hennara familju, vinir og starvsfelagar vita um sjúkutilburðin, Gunnvá Hansen hevur verið ígjøgnum. Men ovfarin gjørdist hon, tá talan kom inn á HPV virussið, ið eingin kendi til, og sum vísir seg at vera orsøk til 70 prosent av øllum krabbameinstilburðum í undirlívinum. Harafturat at at tað er eitt viruss sum smittar við kynsligari samlegu.
Hon hevur ongantíð fingið staðfest, at tað var HPV virussið, ið førdi til krabbameinið í lívmóðurini. Tað er kortini sannlíkt, at tað er orsøkin, tí heili 70 prosent av øllum tilburðum av krabbamein í lívmóðurini, stava frá HPV virussinum. Gunnvá Hansen metir, at kunningin um HPV virussið er smálig, tí tað eru fleiri við henni, ið kenna lítið til sjúkuna. Nú, tað hevur verið tosað so nógv um koppseting móti sjúkuni, heldur hon at tað sjálvsagt er uppá sítt pláss at koppsetingin móti HPV virussinum er ókeypis fyri ungar gentur.
- Tað má vera tryggjandi fyri mammur og ommur, har sjúkan til dømis er arvalig, at tær kunnu tryggja sínar døtur og ommudøtur móti sjúkuni. Ókeypis koppseting skuldi sjálvsagt verið eitt tilboð til allar gentur, sigur hon.
Hon metir, at ókeypis koppsetingin kemur at kosta landinum einar tvær milliónir í uppstarti, sum er ein eingangsíløga, og har eftir 1,6 milliónir árliga. Tað er lítið í mun til útreiðslurnar hjá landinum í samband við sjúklingauppihald í Danmark, mist løn og so framvegis.
Hvat? Hvør? Nær?
Eitt er, at tað er lítil kunning um virussið millum fólk. Eitt annað, sum kundi verið betri, er um kommunulæknin kunnaði um virussið. Sum er, er samskiftið millum sjúkling, kommunulækna og landssjúkrahús út av lagi, metir Gunnvá Hansen. Í hennara føri fekk hon í mai mánaði bræv um at møta til screening, men hon mátti bíða til september fyri at sleppa til kommunulækna, tí teir eru so overvaðir. Eftir at hava verið til kanningar á Landssjúkrahúsinum, mátti hon aftur bíða í mánaðir eftir svari.
- Samskifti er eitt, sum er keðiligt við hesum, tí tað er vónleyst at vita hvør hevur fráboðanarskylduna. Av tí sama koma fleiri føroyskar kvinnur ov seint í viðger, og fleiri detta helst burtur millum. Eitt annað er, at læknar ikki geva sær far um hvussu vandamikið HPV virussið í veruleikanum er.
Hesa seinastu útsøgnina grundar hon á vitan, hon fær umvegis undirlívsbólkin, sum er stuðulsbólkur undir Krabbameinsfelagnum, har hon er virkin limur. Í stuðulsbólkin kunnu allar kvinnur koma, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum.
- Konufólki dáma ikki so væl at tosa um hetta evnið, sum er so sárt, og er ein slíkur bólkur tískil eitt frírúm til at tosa um tað, hinar í bólkinum eisini hava verið ígjøgnum.
Hóast tað eru liðin tvey ár síðan Gunnvá Hansen var skurðviðgjørd, og hon eingi sjúkueyðkenni hevur havt síðan, hevur hon ikki rist sjúkuna úr tilvitskuni.
- Óttin vil alla tíðina vera har. Eg hevði ikki ivast í at koppsett dóttir mína, hvis hon var yngri, og eg kundi spart henni fyri hetta. Eg haldi, at hendan kunningin er so umráðandi, og vit í Krabbameinsfelagnum fara at leggja okkum eftir at fara út á skúlar at kunna um koppsetingina. Fólk mugu fáa at vita hvat tað er fyri eitt viruss, hvør fær tað, nær mann skal lata seg koppseta, og hvussu nógvar fáa tað, sigur Gunnvá Hansen.