Hoyvíkingar vunnu stórt á vestmenningum

Fyri løtu síðani vunnu hoyvíkskvinnur 32-24 á VÍF eftir hálvleiksstøðuna 19-12.

Tíðliga í fyrra hálvleiki komu H71 kvinnur á odda við trimum málum og hildu leiðlsuna. Men síðstu løtuna av hálvleikinum komu tær á odda við heili 7 málum, og hálvleiksstøðan gjørdist 19-12.

 

Leiðsan hjá H71 kvinnum helt fram í seinna hálvleiki. Og miðskeiðis í hálvleikinum vóru H71 kvinnum frammanfyri við 10 málum. Síðstu løtu av seinna hálvleiki megnaðu VÍF kvinnur at minka eitt sindur um munin.

 

Hetta er fyrsti dystur hjá VÍF kvinnum í SMS deildini eftir eitt ár steðg í bestu deilduni.

 

VÍF hevur fingið sín gamla venjara aftur, Inga Olsen, sum seinastu tvey ár hevur vant kvinnurnar hjá H71. Við hoyvíkskvinnum vann Ingi Olsen fyrsta føroyameistaraheiti hjá felaganum á kvinnusíðuni og kom í fjórðingsfinaluna í Europa Cup.

 

Málskjúttar H71:

 

Jana Mittún 7, Guðrið á Borg 5, Lukka Arge 5, Anna Elisabeth Weyhe 4, Brynhild Pálsdóttir 3, Lív Zachariasen 3, Marita Mortensen 2, Elsa Egholm 1, Poula Fríðheim Petersen 1, Vár Zachariasen 1

 

Málskjúttar VÍF:

 

Rannvá Olsen 7, Durita Christophersen Jojic 5, Sandra Rothberg 5, Bjørg á Líknagøtu 2, Fríða Olsen 2, Laura Dam Johannesen 2, Ró Nielsen 1