Hoyvíkshagin Suður eitur nú Hoyvíkshædd

Á aðalfundi hjá eigarafelagnum Hoyvíkshagin Suður varð samtykt at broyta navnið til Hoyvíkshædd.




 


Økið ovast í Hoyvk, har nýggjasta útstykkingin fyri nærum trimum árum síðan var liðug, hevur verið kallað Hoyvkshagin Suður. Upprunaligt var hetta eitt tekniskt navn, sum komst av at hettar var sunnasti partur av tí, sum enn var hagi i Hoyvík.


Ongin hevur verið serliga glaður fyri navnið, og longi hevur verið tosað um at finna betri hóskandi navn.


Á aðalfundi hjá eigarafelagnum, var uppskot um nýtt navn lagt fram. Eftir áeitan frá nevndini kom Hanus Vang, fyrrverandi bóndi í Hoyvík, við uppskoti um at nýggja navnið skuldi vera Hoyvíkshædd.


Navnið var væl móttikið, og við atkvuøðugreislu var navnið samtykt við sera stórum meiriluta. Økið liggur ovarliga í Hoyvk, og liggur uppi á eini hampuliga flatari hædd.


Formaður í Eigarafelagnum Hoyvkshædd er Andreas Mouritsen.