Loftsmynd av Hoyvíkshaganum í 1965. Sum tað sæst á mynini er oyðið og tómt um tað mundið. Niðast høgrumegin eru fólk farin at byggja á Stoffalágvegnum.
Nýggja Marinustøðin er tikin í brúk, meðan tann gamla stendur hinu megin vegin.
Sementstoypivirkið hjá Vágseið sæst har, sum Super Dekk er í dag.
Yviri við Strond røkkur vegurin knapt nokk út á Boðanes til húsini hjá Steffanson.
Myndaeigari: Eddie Leyni