Leygardagin verður so loksins høllin í Hoyvík ella Hoyvíkshøllin sum hon eitur tikin í nýtslu. Upprunaliga var ætlanin , at høllin skuld verða klár longu í fjør, men hetta miseydnaðist, og tí er høllin seinkað eitt ár. Úr Hoyvik verður sagt, at leygardagin verður eitt lítið hátíðarhald, nú høllin verður klár at taka í nýtslu
Umboð fyri Tórshavnar Býráð og H71 fara at flyta fram røður leygardagin, og eisini fer stjórin í Hoyvíkar Skúla, Petur Dahl, at siga nøkur orð. Aftaná hátíðarhaldið verður ein dystur millum H71 og KÍF.
Ætlandi er honbóltsfelagið hjá kollfirðingum, KÍF, eisini búleikast í høllini hjá hoyvíkingum í vetur. Umframt at venja har, fer KÍF eisini at leika sínar heimadystir í Hoyvíkshøllini. Hetta verða sostatt triðja høll, sum kollfirðingar fara at leika í. Síðstu árini eru bæði høllirnar á Skála og Vestmanna nýttar.
Afturat honbóltfeløgunum H71 og KÍF, fer fimleikafelagið Ljósi eisini at hava sínar venjingartímar í høllini hjá hoyvíkingum í vetur.
Hoyvíkshøllin ómetaliga stóran týdning
- Høllin kemur at fáa ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin í H71 í framtíðini
So avgjørdur er formaðurin í H71, Andras Poulsen, um nýggju høllina í Hoyvík, sum verður tikin í brúk leygardagin
Andras Poulsen sigur frá, at seinastu mongu árini, hevur H71 verið noytt til at taka til takkar við teimum tíðunum í høllini á Nabb og Gundadali, sum hini ítróttafeløgini í Tórshavnar Kommunu ikki hava skoytt um. Hetta hevur, sambært formanninum í H71, havt við sær, at meginparturin av venjingunum hjá felagnum hava ligið langt út á kvøldi, og tað hevur verið stak óheppið.
- Vit hava havt tíðir frá klokkan níggju á kvøldi, og úteftir, og tað ein ikki framhaldandi bjóða limunum í H71, og tí kemur Hoyvíkshøllin avgjørt í tøkum tíma, greiðir formaðurin í H71 frá
H71 hevur umframt høllina á Nabb og Gundadalshøllina, eisini nýtt fimleikahøllina í Hoyvíkar Skúla, og hóast felagið er fegi um teir tímarnar, tað hevur fingið, so hava venjingarumstøðurnar seinastu árini hjá H71 ikki verið av teimum bestu.
Spurdur, um hvønn týdning høllin hevur fyri Hoyvíksbygd, svarar Andras Poulsen, at hann vónar, at felagið kann bjóða ungdóminum í felagnum tryggari karmar, tí sum áðurnevnt, so koma venjingartíðirnar at liggja væl betri fyri, nú nýggj høll verður tikin í nýtslu.
- Felagið hevur ikki altíð havt so gott orð á sær, men hetta er broytt seinastu árini, og við nýggjari høll, skuldu vit avgjørt havt betri møguleika fyri at fáa ungdómin at støðast betri í felagnum, sigur Andras Poulsen
Umframt ungdómin, so væntar Andras Poulsen, at høllin eisini fer at hava við sær, at flaggskipið hjá felagnum, 1. lið, eisini fer at fáa betri úrslit. Andras vísir at enda á ,at onkrar vetrar hevur 1. lið verið noytt at vant í høllini Vestmanna, og tað er ikki bestu umstøður at bjóða bestu leikarunum í felagnum.