Hóast høllin stendur í einum 15 milliónum krónum, er takið so mikið ótætt, at kemur regn av ávísum ættum, dryppar niður undan loftinum.
- Vit harmast um, at takið skal vera so illa frágingið ella vánaligt, at tað lekur. Og tá eitt nú bara gólvið í høllini kostar fleiri milliónir, kunnu vit ikki lata hetta um okkum ganga, sigur Heðin Mortensen, formaður í bygginevndini og formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð.
- Hetta hevur verið greitt í eina tíð, men vit vildu hava høllina lidna, so hon kundi takast í brúk. Tó kunnu vit ikki liva við, at tað lekur inni í høllini, so okkurt verður nú gjørt við takið. Og her má berast skjótt at.
Heðin Mortensen nevnir, at tann mest upplagdi møguleikin helst er, at nýtt tak verður lagt oman yvir verandi tak.
- Eg vildi mett, at hetta kostar millum 800.000 og eina millión krónur, men tað má býráðið so bara leggja út, til vit annars hava fingið avgreitt, hvør skal ábyrgdast fyri, at takið ikki er í lagi, sigur hann.
- Metingarfólk hava verið og kannað takið, og nú bíða vit so eftir einari frágreiðing. Men arbeiðið má byrja sum skjótast, so høllin ikki fær skaða. Um tað bara er turt í veðrinum, skuldi borið til at fingið gjørt arbeiðið eftir ikki so langari tíð.
Enn hevur ikki áarføri verið, so tað ótætta takið veruliga er sloppið at standa sína roynd undir dysti, men sunnudagin dryppaði so mikið undan loftinum, at gólvið bleiv turkað í øðrum endanum, meðan álop var í hinum endanum?