Hoyvíkingur stendur framvegis

Roynt verður nú at toga línuskipið Hoyvíking av aftur, har hann stendur á einum flúri beint út fyri timburhandlinum hjá Borg í Runavík. Sløkkilið og løgregla eru á staðnum. Í løtuni verður roynt at toga línubátin Hoyvíking av aftur.

Tá Portalurin var fram við fyri lítlari løtu síðan, vóru tveir sleipibátar hjá skipasmiðjuni MEST á staðnum, men líkt var ikki til, at Hoyvíkingur vildi av aftur uttan soleiðis víðari.

Skipið liggur eitt sindur í stýriborðssíðu, men líkt er ikki til, at tað stendur serliga fast.

Tá sett verður á, vendir skipið sær, og eftir øllum at døma fer tað ikki at taka langa tíð, til skipið er leyst aftur.

Tað var um gott 7-tíðina í morgun, at línubáturin, sum lá við bryggju í Runavík, sleit og rak yvir móti timburhandlinum hjá Borg.

Tá Portalurin var fram við fyri løtu síðan, vóru bæði sløkkilið og løgregla á staðnum.

Onkur av manningini var eisini umborð á skipinum.

.