Hoyvíkingur sleit

Í nátt var so nógvur vindur, at línubáturin Hoyvíkingur, sum lá í Runavík sleit Klokkan 20 minuttir yvir sjey í morgun sleit Hoyvíkingur, sum lá við bryggju í Runavík.

Skipið rak yvir móti timburhandlinum.

Í morgun hava sleipibátarnir hjá Mest stríðst við at fáa Hoyvíking leysan aftur. Hann stóð á einum flúri.

Við vóru annars sløkkiliðið, havnamyndugleikarnir og nakrir av manningini.

Torbjørn Jacobsen, havnameistari sigur, at skipið lekur ikki, og einki bendir á, at skipið hevur fingið nakran skaða.