Manshondbóltur
Tey bæði liðini eru í løtuni sambiðlar til oddasessin, sum Kyndil í løtuni eigur. Ein oddasessur, sum tó gjørdist væl meira spennandi, eftir at VÍF fyri tveimum vikum síðani so ruddiliga setti teir grønu upp á pláss.
Spurningurin er so, hvørt hoyvíkingarnir av álvara fingu gongd aftur í tendringina, tá teir við einum góðum seinna hálvleiki snaraðu dystinum á Skála fyri tveimum vikum síðani.
Vestmenningar hava kanska ikki heilt somu styrki, sum liðið hevði í fjør, men hóast hetta, so hava avrikini á vøllinum staðið mát. Um somu tíð í fjør var støðan tann sama, sum hon er nú, og megna teir at halda so nøkunlunda fast í fremsta liðnum, er á ongan hátt óhugsandi, at teir eftir jólasteðgin kunnu seta meira ferð á.
StÍF og Kyndil favorittar
Manshondbólturin byrjar tó longu leygardagin, tá StÍF kemur á vitjan hjá KÍF. Kollfirðingarnir hava higartil ikki fingið nakra serliga úrtøku, og skulu strandingarnir fylgja við fremru liðunum, so er kravið her púrasta greitt ein sigur.
Seinasti dysturin er í Høllini á Hálsi, har Kyndil tekur móti Neistanum. Tann dysturin plagar ofta at draga nógvar áskoðarar, men soleiðis sum gongdin hjá liðunum hevur verið í ár, tykist talan í størri mun vera um avgreiðsluspurning heldur enn harða grannauppgerð hjá teimum grønu.