Tað var trýst á neistamonnum undan dagsins dysti í bólki 1 í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum. Neistin tapti fyri viku síðani greitt ímóti H71, og tí vóru neistamenn noyddir at vinna dagsins dyst ímóti næstbesta liðnum hjá H71, H71 2, um teir skuldu gera sær vónir at vinna sæti í hálvfinaluni í steypakappingini. Hetta eydnaðist neistamonnum, men ungu hoyvíkingarnir góvu dygga mótstøðu. Endaliga úrslitið gjørdist tó 22-21 til Neistan.
Fyrstu 20 minuttirnar fylgdust liðini at á máltalvuni. Eftir 20 minuttir var støðan 7-7, men seinastu løtuna í fyrra hálvleiki dróðu teir næstbestu hjá H71, sum til dagliga spæla í 1. deild, undan og fóru til hálvleiks á odda 9-8.
Eina góðu løtu í seinna hálvleiki tyktist ein sensationellur sigur til 1. deildarliðið at vera sannlíkur. H71 2 varðveitti oddastøðuna og kom á odda 15-13 og 17-15. Seinastu løtuna vaknaði Neistin tó. Fyrst bleiv javnleikur 20-20, áðrenn neistamenn í einum sera spennandi dystarenda megnaði at bjarga heiður og æru við at vinna 22-21.
Liðið hjá H71 2 er fyri tað mesta mannað við ungum leikarum. Hesir eru úti úr steypakappingini, men eftir dagsins dysti stendur greitt fyri øllum, at hoyvíkingar hava nógv gott fólk at taka av.
Úrslitið gevur niðanfyristandandi støðuna í bólki 1. Øll liðini hava spælt 2 dystir.
1. H71 4 stig
2. KÍF 2 stig
3. Neistin 2 stig
4. H71 2 0 stig
H71 hevur tryggjað sær víðari luttøku úr bólkaspælinum, meðan KÍF og Neistin mikukvøldið spæla avgerandi dyst sínamillum, har vinnarin av dystinum kemur víðari í hálvfinalurnar saman við besta liðnum hjá hoyvíkingum.
Málskjúttarnir í spennandi mansdystinum í høllini á Hálsi vóru hesir:
Neistin-H71 2 22-21 (9-11)
Neistin: Rói Berg Hansen 6, Teis Horn Rasmussen 6, Christopher L. Moe 5, Herbjørn Lava 4 og Jónsvein Dulavík 1.
H71 2: Vilhelm Poulsen 5, Leivur Mortensen 5, Rani Højgaard 4, Poul Símun Niclasen 2, Bergur Ákason 2, Boas Heinesen 1, Hjalte Bachmann 1 og Niklas Hanusarson 1.