Neistamenn vóru í dag í stórum trupulleikum í steypakappingardysti ímóti næstbesta liðnum hjá H71. At enda vann Neistin tó 22-21, men í seinasta minuttinum var ein umstrídd støða, sum hevur fingið venjaran hjá bæði FTZ- og 1. deildarliðnum hjá H71, Sonni Larsen, at mótmæla endaliga úrslitinum og krevja umdyst.
Les eisini: Hoyvíkingar skakaðu Neistan
Bert ein minuttir var eftir, tá ið liðini vóru klár at fara undir at spæla dystin lidnan eftir eitt time-out. Tá ið spælið varð sett í gongd aftur var tó ein misskiljing hend hjá hoyvíkingunum, sum høvdu ein mann ov nógv á vøllinum. Hetta revsaðu dómararnir, Hannis og Uni Wardum, við at geva eina tveir minuttir útvísing til H71 2, ið frammanundan var ein mann í undirtali orsakað av útvísing. Sostatt spældi H71 2 við fimm monnum ímóti sjey neistamonnum seinastu løtuna.
Støðan var 21-20 til Neistan, tá ið H71 2 fekk hesa útvísingina, og endaliga úrslitið gjørdist altso 22-21 til Neistan.
Uppáhaldið hjá hoyvíkingum og orsøkin til kæruna er, at dómararnir hava ábyrgd av at kanna eftir, hvussu nógvir leikarar eru á vøllinum, tá ið spælið verður sett í gongd aftur eftir slíkan steðg.
- Um til dømis ein áskoðari rennur inn á vøllin steðga dómararnir líka spælinum, áðrenn byrjað verður aftur. Áðrenn spælið verður sett í gongd aftur eiga dómararnir at tryggja sær, at rætta talið av fólki er á vøllinum, sigur Sonni Larsen.
Enn er óvist, nær H71 2 fær svar upp á kæruna. Tað er Aganevndin hjá hondbóltssambandinum, ið tekur sær av slíkum mótmælum.










