Eitt av nýggjastu býarrúmunum í Hoyvík fekk sín elddóp í góðveðrinum í gjárkvøldið, tá íbúgvarnir í Myllutjørn skipaðu fyri einum uttandura tiltaki við tjørnina, ið hevur givið býlinginum sítt heiti.
Umleið 70 hoyvíkingar vóru komnir saman til Syngið við tiltakið, ið íbúgvarnir í Myllutjørn skipaðu fyri. Tað gekk eisini sjón fyri søgn, at hoyvíkingar eru fegnir fyri nýggja møtistaðið miðskeiðis á Karlamagnusarbreyt.
Nógv nýttu nevniliga høvið at taka gummibátar við sær og einu løtuna vóru heili fjúrtan gummibátar við børnum og barnsligum sálum, ið hugnaðu sær á tjørnini samstundis. Meðan sangurin gekk høvdu fólk eisini møguleika at fáa sær saft, kaffi og smákøkur, ið Bónus hevði latið til høvi.
Tað er umleið eitt ár liðið síðan Tórshavnar kommuna legði síðstu hond á fríøkið við tjørnina, ið var partur av samlaðu verkætlanini, tá kommunan útstykkjaði við Myllutjørn. Sjálv tjørnin er reinsað, gøtur eru gjørdar rundanum hana og eitt amfiteatur, ið hóskar seg væl til framførslur av ymiskum slag, er við vestara endan av tjørnini.
Hetta er fyrstu ferð, at íbúgvarnir í Myllutjørn hava skipað fyri einum almennum tiltaki við tjørnina, men sum skilst, so eydnaðist tiltakið so mikið væl í gjár, at arbeitt verður nú við einum nýggjum tiltaki, ið skal vera í august.