Fótbóltur
Á fundi í kvøld skal Starvsnevndin hjá FSF millum annað taka støðu til áheitanina, sum 12 av føroysku fótbóltsfeløgunum hava sent nevndini.
Í áheitanini verður heitt á FSF um at virða reglurnar fyri flytingarvindeygað, og við hesum verður sipað til máli um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen, sum nakað seinkað varð flutt úr HB til B36.
KÍ hevur sent Starvsnevndini hjá FSF skriv, har heitt verður á nevndina um at taka málið um spæliloyvið upp til nýggja viðgerð, og tað verður millum annað hetta, sum støða skal takast til í kvøld.
Upprunaliga vóru annars 13 feløg, sum høvdu skrivað undir áheitanina, men síðani hon varð send FSF fríggjadagin, hevur FC Hoyvík boðað frá, at teir kortini ikki taka undir við hesum. Orsøkin til hetta sigst vera, at hoyvíkingar høvdu gloymt eina avtalu um, at havnarfeløgini – fyri at ávirka sum mest – atkvøða sum ein maður, tá mál eru á skránni á aðalfundinum. Og at teir tí ikki vildu seta seg ímóti hinum feløgunum í høvuðsstaðnum í málinum um spæliloyvið.