Tað eru fleiri børn og ung, ið vaksa upp, har rúsurin er harri í heiminum. Tað eru eisini fleiri vaksin, sum hava stórar trupulleikar vegna rús ella rúsdrekka. Og tey avvarðandi líða eisini.
Hetta er eitt av evnunum, ið verður viðgjørt á evnisfundi hjá Bláa Krossi Føroya í dag klokkan 15 í Hoyvíkar kirkju. Tvey fólk, ið hava upplivað hetta á egnum kroppi, Anfinnur Garðalíð og Anna Anthoniusen, fara at greiða nærri frá teirra upplivingum hesum viðvíkjandi.
Sum eitt framhald av nevnda evni, verður ein pallborðsfundur klokkan 16, har politikarar og fakfólk á økinum fara at geva teirra boð uppá, hvat samfelagið eigur at gera at hjálpa teimum børnunum, sum vaksa upp í tílíkum heimum, og hvat samfelagið eigur at gera at hjálpa teimum vaksnu, ið hava trupulleikar av rúsi og rúsdrekka.
Við pallborðið sita Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, limur í løgtingsins trivnaðarnevnd, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni, Jóngerð Nielsen, fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi, Jens H. Jensen, kriminalpolitistur og Yvonna Drangberg, leiðari á Umsorganarheiminum hjá Bláa Krossi.
Evnisfundurin og pallborðið er í sambandi við at Blái Krossur hevur aðalfund og landsstevnu í Hoyvíkar kirkju og Meinigheitshúsinum í Havn hetta vikuskiftið. Nógv onnur tiltøk eru á skránni.
Skráin sæst á www.blakross.fo.










