Undan hesum umfarinum vóru tað FC Suðuroy, Giza Hoyvík og NSÍ, sum kappaðust um triðja plássið í næstbestu fótbóltsdeildini.
Tíðliga seinnapartin vóru tey øll trý í eldinum. NSÍ hevði vitjan av Giza Hoyvík, og FC Suðuroy spældi í Gundadali ímóti HB. Felags fyri Giza Hoyvík og FC Suðuroy er, at tey eru á veg til hús við fullari úrtøku. Harvið er FC Suðuroy á triðja plássi við 33 stigum og Giza Hoyvík á fjórða plássi við 32 stigum. NSÍ er á fimta plássi við 30 stigum.
Í góðveðrinum við Løkin í Runavík vann Giza Hoyviík 2-1. Gestirnir vunnu fyrra hálvleik 2-0. Mikkjal Hentze setti hol á við rimmar langskoti, tá ið ein lítil hálvur tími var farin, og Ahmed Keita økti um leiðsluna seks minuttir seinni, eftir at hann hevði sneitt framvið trimum mótsstøðumonnum og síðani setti bóltin í málið úr spískum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði 17 ára gamli Mórits Heini Mortensen um munin, og so var sera spennandi. Tony Rasmussen hjá Giza Hoyvík sá reytt, tá ið tað restaði eitt korter, og NSÍ pressaði fyri at javna, men tað endaði 2-1 til Giza Hoyvík.
Í Gundadali vann FC Suðuroy 4-2 ímóti HB, eftir at gestirnir í hálvleikinum vóru frammanfyri 2-1. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað FC Suðuroy at økja um leiðsluna til bæði 3-1 og 4-1, áðrenn HB svaraði aftur og minkaði um munin.
Fyri FC Suðuroy skoraðu Mamuka í fjórða minutti og Búi Egilsson fimm minuttir undan steðginum, eftir at Daniel Johansen hevði javnað til 1-1, tá ið stórur hálvur tími var farin. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Búi Egilsson til 3-1, og tað restaði eitt korter, tá ið John Vill Leo skoraði til 4-1. Í síðsta minutti pyntaði Kári Hvannastein um fyri heimaliðið, so úrslitið varð 4-2 til FC Suðuroy.