Hoyvík má fáa sín fótbóltsvøll

Málið um staðsetingina av fótbóltsvøllinum við skúlan á Løgmannabreyt var av fystani tíð ikki liðugt viðgjørt, tí Bogi Andreasen hevði aðrar ætalanir við Dalinum Langa. Levi Mørk tekur nú til orðanna móti Boga Andreasen, varaborgarstjóra.

- Dagin eftir, at avgerðin var tikin í byggi- og býarskiparnanevndini, var Bogi Andreasen í Degi og Viku, har hann vísti til at hann skuldi planta okkurt træ har uppi og hevði ætlanir um onkra konsertpark í Dalinum Langa, sigur Levi Mørk.

- Eg var tann einasti sum svaraði aftur á fundinum í byggi- og býarskiparnarnevndini, hóast eg tók undir við staðsetingini við at leggja fótbóltsvøllin har uppi við Løgmannabreyt í byggi- og býarskipanarnevndini. Eg var ikki meira komin av fundinum , so visti eg at avgerðin var galin eisini frá mínari síðu, sigur Levi Mørk.

FC-Hoyvík ella hoyvíkingar, sum skulu brúka ein tílíkan vøll, vóru ongantíð eftirspurdir og reaktónirnar hava verið har eftir. Teir ynskja ikki vøllin við skúlan á Løgmannabreyt, tí har er ikki spælandi fyri vindi.

Staðsetingin er galin, tí hetta er mest vindharðasta plássið í Hoyvík. Besta staðið er í Dalinum Langa, tí har er ikki vindhart og farmmanundan er ein stór útstykking tætt við Myllutjørn har 64 sethús koma at vera.

- Nej, ítróttarfólkið sum skal brúka vøllin er ikki eftirspurt. Her hugsi eg um FC-Hoyvík, sum liggur í næst bestu fótbóltsdeildini. Úrslitini hjá FC- Hoyvík vera uppaftur betri við einum einum fótbóltsvølli, so teir kunnu byggja teirra arbeiði upp við ungdómsdeild. Sjálvandi skal Hoyvík hava ein tílíkan vøll, tí her búgva oman fyri 3000 fólk, sigur Levi Mørk.

Málið verður nú viðgjørt av nyggjum á samgongufundi í morgin.