Hoyvík - forfjónaði býurin í býnum

Varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur í valgrein við heitinum “Hoyvík í støðugari menning” sett upp avrikslista yvir alt tað, ið meirilutin hevur avrikað í Hoyvík farnu fýra árini. Skrivað verður, at “Hoyvík er størsti býarpartur í Tórshavnar kommunu, og fólkatalið setir krøv til, at tænastur og trivnaðarátøk verða gjørd í nærumhvørvinum”.

Her eru vit púra samd. Tað er so satt, sum tað er sagt, at krøv eru til tænastur og neyðugt verður við trivnaðarátøkum.

Synd at siga, at avrikslistin er drúgvur. Nevnt verður, sum rætt er, nýggi umlættingar- og rehabiliteringsdepilin í Gortrugøtu, um- og útbygging av býlingshúsinum vesturi á Flat og læknahølini í Kirkjustræti. Alt gott um tað og stórt herðaklapp fyri, at hetta er gjørt.

Men sum ikki eina ferð hesi seinastu fýra árini, bleiv eitt eljustríð. Umlættingardepilin og læknahølini vóru - sum ikki eina ferð seinastu fýra árini - dømi um út at lagi vánaliga politiska handfaring og óvirðiliga viðgerð, ið var til stóran ampa og aga fyri ósek fólk.

Í sambandi við umlættingardepilin fingu húsaeigarar, grannalag og eigarafelag ikki rætta kunning. Vóru ikki hoyrd, tí samskifti og samstarvi við politiska myndugleikan var ikki nóg gott. Endin varð, at kommunan mátti gjalda milliónaupphæddir til eigarafelagið Hoyvíkshædd. Læknahølini fingu tíverri eisini nógva, drúgva og neiliga fjølmiðlaumtalu sum dømi um stak vánaliga og ivasama tilgongd.

Víst verður á, at kirkjugarðurin í Hoyvík er liðugur í hesum valskeiði. Tað er rætt, men hann var staðsettur fyri nógvum árum síðani. Eitt sløð av umvæling og viðlíkahaldi er gjørt í Hoyvíkar skúla, og peningur er játtaður til høli at styrkivenja í Hoyvíkshøllini. Nú ber til at súkkla á nøkrum gongubreytum, og trø eru gróðursett. Tað er stórt sæð ítøkiligi avrikslistin, sum meirilutin og varaborgarstjórin hava at vísa á í Hoyvík seinastu fýra árini.

Varaborgarstjórin endar valgrein sína við at listaføra 17 stórarbeiði fyri nógvar, nógvar hundraðtals milliónir, ið tørvur er á at gera og bøta um í Hoyvík komandi fýra árini.

Ikki hissini listi, men einfaldi spurningurin er: Hví er einki á hesum alinlanga lista gjørt í Hoyvík farnu fýra árini?

Hví skulu vit halda, at hesi 17 stórarbeiði verða gjørd, um verandi býráðssamgonga heldur fram?

Nei, neyðugt verður, at Hoyvík og Argir fáa staðbundnar nevndir, ið skulu hjálpa politisku skipanini tá ið avgerðir, grundfestar í áskoðan og tørvi hjá teimum, ið búgva í Hoyvík ella á Argjum skulu takast.

Høgni Joensen

Valevni á lista C