Marjun Bæk er sett sum hjálparprestur í Hoyvíkar kirkju afturat Theodor E. D. Olsen, presti.
Jákup Símun Simonsen, formaður í kirkjuráðnum sigur, at hon er sett í eitt hálvt ár, við møguleika fyri at leingja starvstíðina í hálvt ár afturat.
Marjun Bæk hevur millum annað verið sóknarprestur í Kvívík og sjómansprestur í Gøteborg.