Skulu Føroyar hertakast av Sea Shepherd fólkum í svørtum klæðum einaferð afturat.
Tað er spurningurin, Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, nú vil hava at vita frá løgmanni
Fyrst í desember mánað samtykti løgtingið, at í seinasta lagi 1. mai í ár skal landsstýrið leggja uppskot fyri løgtingið um at forða fyri, at tað hendi í fjør, tá ið Sea Shepherd vóru er á landi í fleiri mánaðir, og mestsum hertóku okkum, endurtekur seg.
Men síðani hoyrdist lítið og onki aftur, og nú 1. mai nærkast, heldur Páll á Reynatúgvu, at tað er ov lítið hent í málinum.
Og nú vil hann hava at vita frá løgmanni, hvar málið liggur.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Páll á Reynatúgvu um ætlanin er at gera nakað við málið