Hoyrið um Guðruna Sjúrðardóttir á aðalfundi á Sandi

Tá Sands Fornminnafelg fer at halda aðalfund í annaðkvøld, fer Andrass Mortensen at halda fyrilestur um Guðruna Sjúrðardóttir í Húsavík.

 

Í morgin hin 16. mars klokkan 19 hevur Sands Fornminnafelag aðalfund í Sands skúla.

 

Skráin fyri fundin verður sambært viðtøkum felagsins.

 

Eftir sjálvan aðalfundin, fer Andrass Mortensen at halda fyrilestur um Guðruna Sjúrðardóttir í Húsavík.

 

Nevndin í felagnum sigur, at nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg.