Hoyrið mannin sum brúkar blæu

– Eg havi eisini mangan hugsað, at ymiskir lívsstílir eru løgnir. Men eg havi gjørt upp við meg sjálvan, at eg má rúma øllum, tí um eg dømi onnur, so kunnu tey eisini døma meg, sigur »Janus«.

 

Soleiðis sigur vaksin maður í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin. Hann kennir tryggleika við at ganga við blæu.

 

– Allir mínir tankar um gerandisdagin hvørva, tá ið eg lati meg í blæu. Eg gloymi ógoldnar rokningar og órudd fyri eina stund, fortelur Janus, sum nakrar dagar um mánaðin í loyndum gongur í blæu.

 

Vikuskiftis-Sosialurin fer aftur um fasaduna, tá Janus sigur frá, hvussu tað er at liva sum vaksið-baby í loyndum.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra »Janus« greiða frá.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið – og e-blað á www.sos.fo