Klokkan seks í morgin boðaðu fólk politinum frá, at teir hoyrdu ein brandalarm ýla í einum húsum.
Politiið noyddist at bróta ein rút fyri at sleppa inn.
Á komfýrinum stóð ein grýta, og roykurin stóð frá henni..
Í húsunum lá ein maður og svav. Hann hevði ikki hoyrt alarmin.










