Hoyrdi at tað var stuttligt

Navn: Kristina Beck

Aldur: 10 ár

Bústaður: Lopra

? Tað er fyrstu ferð eg eri á summarlegu, og fyrstu ferð eg eri á Zarepta.


Hví komst tú á legu?

? Systur mín hevur verið onkutíð fyrr og onkur systkinnabørn eisini. Tey søgdu, hvussu stuttligt tað var. Tí vildi eg eisini sleppa.

Kristina spurdi nakrar av sínum vinkonum frá Lopra, og hon fekk fýra aðrar við sær á legu.


Er tað so stuttligt, sum systur tín segði?

? Eg veit ikki enn. Vit hava verið so stutt á leguni enn. Men tað er stuttligt at vera her. At rógva kano og at vera saman við so nógvum øðrum børnum. Spurnarkappingin er eisini sera spennandi.


Ætlar tú á legu aftur?

? Eg veit ikki enn; kanska.