GBOB
Áhoyrararnir hava 20% av valdinum, tá gerast skal av hvør skal víðari í finaluna leygardagin, sostatt telja tykkara atkvvøður eins nógv og ein av dómarunum.Harvið loysir tað seg eisini hjá bólkum at reka fjepparar við at stuðla.
Teir fimm dómararnir hava einans 80% av valdinum í teimum báðum undanumførunum í GBOBkappingini. Ein atkvøðuseðil verður útflýggjaður bæði í kvøld og í morgin, so áhoyrarin, tann áhugaði ella fjepparin kann gera sína ávirkan galdandi í, júst hvørjir 6 bólkar skulu víðari úr hvørjum undanumfari til finaluna leygardagin.
Í Tjóðarfinaluni leygardagin eru tað bara dómararnir, sum gera av, hvør skal gerast føroyski vinnarin av flotta steypinum og heitinum "Besti nýggi bólkur í Føroyum" og fáa atgongd til at kappast millum heimsins tjóðir í London um heitið "Heimsins besti nýggi bólkur", eina heimsumfatandi konsertferð og ikki minst teir 100.000 US Dollararnar
Enn ein broyting er annars hend í skránni í morgun: Spennandi kristni rokkbólkurin Direct Level verður ikki við í GBOB, tí trummuleikarin ikki er við í bólkinum longur, og teir meta ikki tíð vera til at spæla ein nýggjan trummuleikari inn í bólkin, tí eru teir farnir burtur kappingini.