Jastrid Wolles Niclasen er forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, sum hevur umleið 200 limir. Hon hevur verið í nevnd felagsins í eini 10 ár, tey seinnu árini sum forkvinna.
- Fara vit eini 20 ár aftur í tíðina, var limatalið kanska tvífalt so stórt ella størri. Tá var fiskaarbeiði at kalla kring alt havnalagið í Klaksvík. Soleiðis er ikki í dag.
Og tó, leggur hon aftrat.
- Vit hava nógvar limir á flakavirkinum Kósini, og vit hava nógvar limir hjá Kryvjing, sum Bakkafrost eigur og rekur, sigur hon.
Jastrid leggur dent á, at tey fiska-og laksavirki, sum framvegis eru í Klaksvík, hava velduga stóran týdning fyri økið og fyri limirnar hjá arbeiðskvinnufelagnum.
- Her eiga vit nógvar limir. Hetta er í fyrsta lagi tilkomnar kvinnur, men tað eru eisini yngri kvinnur, sum bjóða seg fram og taka nøkur ár á virkjunum, áðrenn tær hugsandi fara at lesa.
Hon sigur, at nógvir av limunum í felagnum arbeiða sum vaskifólk, eitt nú í skúlum, stovnum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og eisini hevur felagið fleiri limir, ið arbeiða sum gongsgentur.
- Eg havi sjálv arbeitt á fiskavirki í nógv ár, og eg minnist hetta sum eina góða tíð. Hevur tú góðar arbeiðsformenn ella -kvinnur og góða virkisleiðslu annars, trívast okkara limir gjarna væl í hesum arbeiði.
Forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag sigur, at felagið hevur eisini limir, sum arbeiða í handilsvinnuni, og eitt nú er onkur á Bakarínum hjá Jóruni.
- Eg haldi ikki, at vit hava nógvar arbeiðsleysar limir. Tað er tíbetur eisini langt ímillum, at vit hoyra frá limum, sum halda, at tær eru fyri órætti ella vanbýti.
Jastrid Wolles Niclasen sigur, at tá trupulleikar eru, er ofta talan um smærri virkir, sum ikki halda sáttmálan til lítar.
- Talan kann vera um, at arbeiðsgevarin ikki rindar øll tey gjøld, sum honum ella henni er álagt. Frætta vit um slíkt, taka vit málið upp beinanvegin og royna at loysa tað sum skjótast.
Hon vísir á, at tá felagið av og á hoyrir frá arbeiðsleysum limum, merkja tey, at hesar royna at finna sær nýggj arbeiði sum skjótast, og tíbetur eydnast tað sum oftast at finna okkurt.
- Eg haldi ikki, at okkara limir ganga leingi arbeiðsleysir, leggur forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag aftrat.
Í Sosialinum í dag hevur Samtak eitt innlegsblað við upplýsandi tilfari um viðurskifti hjá arbeiðsfólki og fiskimonnum.