Hoyra og tosa um seyð á Tvøroyri

Leygarkvøldið klokkan 19.30 verður forvitnislig kvøldseta á Seglloftinum á Tvøroyri. Tað er Frits Johannesen, sum skipar fyri eini kvøldsetu um seyð, seyðahald og fjallgongu

Magna Thomassen, lærari, dóttir Petrinu og Robert Joensen, fer at siga frá faðir sínum og Kristin Poulsen, lærari, sigur frá seyðasøgum úr Fuglafirði.

Harafturat fer Jákup Pauli Johannesen, arkitektur, at siga frá seyðasøgum frá faðir sínum, Evaldi Johannesen, og Petur Martin Petersen, kunningarstjóri, ber fram yrking um seyð og seyðahald, sum hann hevur yrkt. Harafturat fer Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvík, at siga frá seyðarakstri á Skarvanesi.

Annars fer Niels Midjord at syngja um Fimm feitar flugur og Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, sum eisini er rættiliga kringur á tangentum, fer at spæla undir ímeðan tey syngja ?Nú hvítna tindar? og ?Fuglafjørður?

Tey fara eisini at vísa bæði gamlar og nýggjar myndir á stórskíggja og ein stuttur filmur sum Kjartan Madsen, hevur tikið, verður eisini vístur.

Inn ímillum verður eisini ein steðgur, har tað ber til at strekkja sær einini, fáa sær ein drekkamunn og, ikki minst, tosa um seyð.